Løgreglan metir, at skottilburðurin á strondini Bondi í Avstralia í morgun var eitt yvirgangsálop, upplýsti avstralska løgreglan seint fyrrapartin okkara tíð.
Tað eru fleiri orsakir til, at løgreglan kannar málið sum eitt møguligt yvirgangsálop.
M.a. tað at hetta fór fram á fyrsta degi av jødisku høgtíðini Hanukkah, sum m.a. varð hátíðarhaldin á Bondi-strondini, skrivar Ritzau.
Tað sama heldur avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese, sum á tíðindafundi boðaði frá, at hann fer at gera sítt til at syrgja fyri trygdini hjá avstralskum jødum.
Fyrr í morgun varð boðað frá, at tíggju fólk høvdu latið lív, men talið er nú komið upp á 12. Talið á særdum er eisini komið upp á 29.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald