Í skrivi á heimasíðuni hjá Tòrshavnar kommunu vísur Annika Olsen á, at tað ber væl til at økja ferðafólkatalið við Ternuni og kortini halda almennu koronatilmælini.
Seinastu dagarnar hevur kjak verið um Nólsoyarleiðina, tí í samband við fleiri túrar standa fólk eftir. Í løtuni sleppa bara 94 fólk við Ternuni.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vísir á, at Ternan kann økja um ferðafólkatalið eftir tørvi, og at Ternan onkran túr siglir hálvtóm, er irrelevant í mun til, at ávísar tíðir er tørvurin nógv størri.
Annika Olsen leggur eisini eftir Strandferðsluni og sigur, at tilmælini als ikki verða hildin umborð á Smyrli, har tað er stúgvandi fult av fólki umborð á hvørjum túri. Borgarstjórin hevur eisini nøkur orð til Hilmar Eliasen, stjóra á SSL:
- Hilmar skal røkja sína uppgávu sum stjóri á Strandferðsluni og ikki brúka tíðina uppá at vena seg um býarbussarnar í Havn. Fáið nú eitt fólk aftrat umborð, latið skipið upp og økið ferðafólkatali við skili.
Trupulleikar hava eisini verið á Nólsoyarleiðini, tá avloysaraskip hava verið, ið ikki taka eins nógv fólk sum Ternan; millum annað í fjør summar.
Innanlands
- Til ber at nøkta tørvin við skili
- Hilmar skal røkja sína uppgávu sum stjóri á Strandferðsluni og ikki brúka tíðina uppá at vena seg um býarbussarnar í Havn. Fáið nú eitt fólk aftrat umborð
Annika Olsen finnst at Strandfaraskipum Landsins (Mynd: Ólavur Frederiksen)
2020-07-16 15:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald