Innanlands

- Tit mugu finna mentanarhúsinum eitt annað navn

Símun á Høvdanum sigur seg hava rætt til navnið Varpið, og hann ætlar ikki at lata sær lynda, at tað nú er tikið, uttan at hann er eftirspurdur

Símun á Høvdanum

Símun á Høvdanum

2022-01-19 15:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað er sera frekt, at mann ikki eingang verður eftirspurdur sum ognari av navninum, og at tað bara verður stolið frá einum.

Soleiðis sigur handils- og miðlamaðurin Símun á Høvdanum í Klaksvík, sum eftir øllum at døma gjørdist bilsin, tá tað í gjár varð kunngjørt, at nýggja mentanarhúsið í Klaksvík skal hava navnið Varpið.

Les eisini: Mentanarhúsið skal eita varpið 

Símun kann við einum skjali frá Skráseting Føroya vísa á, at tað er hann – ella rættara sagt felaghansara Spf. Klips – sum eigur rættin til Varpið.

Í grein á tíðindasíðu síni, news.fo í dag vísir Símun á Høvdanum á, at hann als ikki góðtekur, at navnið verður tikið frá honum.

- Klaksvíkar kommuna má finna sær eitt nýtt navn til mentanarhúsið, tí navnið Varpið eigi eg, skrivar hann á news.fo.

Símun á Høvdanum vísir í skrivinum á, at hetta er aðru ferð, at kommunan leggur hond á eina av hansara ognum.

Í hinum førum er talan um “Kioskina hjá Hans”, sum uttanhansara loyvi varð flutt og latin einum heimleysum at búgva í fyri síðan at verða brend á buckwald. Kioskin var ein býarmynd í Klaksvík.

- Vit fingu null krónur fyri ta beistagerðina, og nú er Klaksvíkar kommuna í ferð við at stjala navnið Varpið frá okkum, og tað sleppa teir ikki við, skrivar Símun á Høvdanum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder