Vælumtókti danska myndabókabjørnin, Rasmus Tøppur, fyllir 75 ár í dag.
Bjørnin í hvítprikkutum reyðum brókum og bláari húgvu var fyri fyrstu ferð at síggja 17. november 1951 sum teknað strípa í blaðnum Berlingske Aftenavis.
Bjørnin við upprunanavninum Rasmus Klump, og vinir hansara, pingvinin Pingu, kópurin Skæg og pelinanurin Pelle, gjørdust skjótt sera vælumtókt. Í 1952 vóru tey at síggja í 62 donskum bløðum, og komu eisini út í bók, og hetta gjørdist enn meira væl umtókt, enn stuttu strípurnar í bløðunum, skrivar lex.dk.
Og tað var ikki bert í Danmark, at hesi djórini vórðu vælumtókt. Teknirøðin við djórunum, sum ikki himpraðust við at leggja til havs fyri at uppdaga onnur lond, kom skjótt út á øðrum málum eisini.
Í 1955 kundi Rasmus Klump síggjast í 120 bløðum og í 21 londum úr Ghana til Íslands. Góðsliga bjørnin gjørdist serliga vælumtókt í Týsklandi, har hon fekk navnið Petzi. Yvir 80 ymiskar Rasmus Klump bøkur komu út. Millum 1996 og 1998 vórðu eisini 52 stuttir filmar til sjónvarp framleiddir.
Aftan fyri hesi dýrini stóðu hjúnini Vilhelm Hansen og Carla Hansen. Vilhelm teknaði og Carla skrivaði tekstirnar.
Nakað eftir, at Vilhelm Hansen doyði í 1992, stovnaði Carla Hansen, Rasmus Klump Heiðurslønina, til minnis um teirra hjúnalag. Carla Hansen doyði í 2001.
Í tíðarskeiðinum frá 1998 til 2009 varð heiðurslønin latin einum persóni ella stovni, ið við vinalagi og trúfesti hevði verið eitt gott fordømi fyri danir. Tey fyrstu, sum fingu heiðurslønina vóru Frederik kongur, sum tá var krúnprinsur og fótbóltsleikarin, Michael Laudrup.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í nítiárunum nakrar av Rasmus Klump bókunum út í føroyskari týðing. Millum bókaheitini vóru “Rasmus Tøppur byggir skip”, “Rasmus Tøppur fer til Norðpólin” og “Rasmus Tøppur í svøvnskarvalandi”.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald