Innanlands

– Tørvurin á einum nýggjum barnaheimi er ikki tann sami

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum hevru svarað fyrispurning hjá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum (Savnsmynd)

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum (Savnsmynd)

2022-02-01 20:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tørvurin á at byggja eitt nýtt – stórt – barnaheim er ikki tann sami nú, sum hann hevur verið. Tað sigur Sólvit Nolø, landsstýrismaður í almannamálum í svari til fyrispurning hjá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni úr Javnaðarflokkinum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sagt, at ætlanin um at byggja eitt barnaheim er slept fyri í staðin at byggja abrnabústovnar, og tingmaðurin vildi hava at vita, um nýggi landsstýrismaðurin ætlaði at halda fast í ætlanunum um ikki at byggja nýtt barnaheim.

Sólvit Nolsø sigur, at tey børnini, sum tá høvdu tørv á at verða flutt, nú eru flutt ella eru um at vera flutt í onnur hóskandi høli.

– Hetta kom í rættlag, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður var á eftirlitsvitjan í mai 2020. Ætlanin hevur tí verið at hyggja nærri eftir, um tørvur er á smærri barnabústaðareindum. Fakliga verður dentur lagdur á, at hesir bústaðir eru egnaðir og innrættaðir eftir tørvinum hjá hesum børnum, eins og dentur verður lagdur á eitt heimligt, mennandi og stimbrandi umhvørvi, har trivnaðurin hjá børnunum verður raðfestur høgt.

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at hann enn ikki hevur havt høvi at meta um, um tað er nøkur orsøk til ikki at halda fast í ætlanunum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Fyrispurningur og svar kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder