Tað er eingin tíðarætlan fyri, nær kríggið í Iran fær ein enda, sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth.
Álopini hjá USA á Iran halda fram, og er tað er amerikanski forsetin, Donald Trump sum ger av, nær USA er komið á mál í Iran.
– Vit ynskja ikki at seta eina tíðarætlan, segði Hegseth á tíðindafundi í gjár sambært Ritzau.
Lagt varð afturat, at endamálið er tað sama. Málið er m.a., at Iran ongantíð skal menna kjarnorkuvápn, og at oyðileggja iranska verjuídnaðin.
Í morgin, leygardagin eru tríggjar vikur síðan, at Ísrael og USA fóru undir álop á Iran og drupu táverandi ovasta leiðaran í landinum, Ali Khamenei ayatollah.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald