Innanlands

- Tyngdur stemningur á støðini í dag

Skottilburðurin í Miðvági í gjárkvøldið hevur ávirkað nógv fólk í dag. Bæði familju hjá skuldsetta manninum og føroyskar politistar

Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag (Skíggjamynd: KVF)

Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag (Skíggjamynd: KVF)

2019-12-10 22:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit eru ótrúliga keddir um hesa støðuna, sum er íkomin. Hetta er ein ólukkulig støða, og vit hugsa sjálvandi um mannin, sum er innlagdur og um familjuna hjá honum eisini.

- Hetta hevur rakt hann og familjuna hart, men tað hevur tað eisini gjørt fyri teir politstarnar sum vóru úti a staðnum, segði Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag í Degi & viku í kvøld.

Hendingin fór fram í Miðvági í gjárkvøldið, har ein 35 ára gamal maður skeyt við høglbyrsu eftir løgregluni, sum svaraði aftur. Tann 35 ára gamli varð raktur, og liggur á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum. Ein løgreglumaður var eisini raktur. Til grundlógaravhoyringina í dag kom fram, at politisturin varð raktur av tveimum høglum í andlitið og eini 30 í hjálmin.

Politisturin sum í gjár fekk skaða undir skottilburðinum fekk lítið prus, men einki bendir á, at hann fær nakað mein av hesum, segði Absalon Áargarð.

Tað er sjáldan at tílíkt hendir í Føroyum, og tað ávirkar á politstøðini.

- Tú kanst ætla, at tað ávirkar okkum ótrúliga nógv. Stemningurin á støðini hevur verið tyngdur í allan dag. Nógv hevur verið at gjørt í sambandi við hetta málið, men politistarnir og teirra nærmastu eru tyngd av hesum, segði Absalon Áargarð.

- Eg havi hugsað eitt sindur um tað í dag. Eg skal ikki kunna siga tað við 100 prosent vissu, men eg veit um tvey onnur dømir. Í tí eina førinum er blivið hótt, og einaferð er blivið skotið. Tað er helst okkurt annað dømi, men eg veit ikki um at tað er blivið skotið, og fólk eru blivin rakt segði Absalon Áargarð í Degi & viku í kvøld.

35 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu, og dómarin gjørdi í dag av at varðhaldsfongsla mannin í fýra vikur meðan málið verður kannað.

Síggj alla samrøðuna við Absalon Áargarð í Degi & viku her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder