Framkomin tøkni fer at tryggja, at heimurin klárar seg betri undir hesari farsóttini, enn hann gjørdi undir sponsku sjúku beint eftir fyrra heimsbardaga, sigur aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO.
– Vit vóna at kunna enda hesa farsóttina eftir minni enn tvey ár, sigur hann sambært Ritzau.
Tó nevnir hann m.a. globaliseringina sum eina avbjóðing á hesum øki, tí hetta ger tað møguligt hjá koronavirusinum at spreiða seg so skjótt kring heimin. Men heimurin er betri fyri nú enn undir sponsku sjúkuni, og er tað nú, at vit eiga at gangnnýta okkara framkomna tøkni.
Fleiri enn 23 mió. fólk hava fingið staðfest koronasmittuna kring heimin, og av teimum eru 800.000 deyð, vísir uppgerð hjá Worldometers.info.
Í tíðarskeiðnum februar 1918 – apríl 1920, vórðu eini 500 mió. fólk smittað við sponsku sjúkuni, og 50 mió. doyðu.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald