Innanlands

Skuldsettir fyri at stjala súkklur

Tríggir persónar eru skuldsettir fyri brúksstuldur, umframt at tann eini eisini er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-13 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at tríggjar súkklur vórðu stolnar uttanfyri Hotel Brandan í Havn.

Løgreglan fekk tó fatur á tjóvunum, og í øllum førum tveimum av súkklunum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Allir tríggir persónar eru skuldsettir fyri brúksstuldur, og harumframt er tann eini eisini skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Í gjárkvøldið varð løgreglan eisini boðsend til eitt skeinkistað í høvuðsstaðnum, har nakrir gestir ikki dugdu sær hógv. Tað endaði við, at ein bleiv handtikin og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Countryfestivalur er í Sørvági hetta vikuskiftið, men harfrá hevur løgreglan onga fráboðan fingið, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder