Tað er umráðandi, at ES hevur eina felags støðu fyri at tryggja, at friðarsamráðingarnar enda við einum góðum úrsliti - bæði fyri Ukraina og Evropa, sigur forsetin í ES-forsetin, António Costa sambært Ritzau.
Í dag fundast ES-stjórnarleiðarar fyri at royna at samskipa eina felags evropeiska støðu til amerikonsku friðarætlanina, sum varð send russum og ukrainum í farnu viku.
Hetta verður gjørt í tættum samskifti við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
António Costa skrivar á sosiala miðilin X, at hann hevur tosað við Zelenskyj fyri at fáa hansara meting av støðuni.
Costa er í dag á fundi millum ES og Afrikanska Samveldið í Luanda, høvuðsstaðnum í Angola. Hareftir luttaka fleiri ES-leiðarar á fundinum umvegis netið.
Umboð fyri Evropa, USA og Ukraina hava síðan í gjár fundast í Sveis, og higartil hava partarnir verið jaligir um úrslitini av samráðingunum.
Les eisini: Týskur ráðharri: Ásetingar um Nato og Evropa tiknir úr friðarætlanini
Les eisini: Amerikanski uttanríkismálaráðharrin er bjartskygdur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald