USA eigur alt fyri eitt at lata aftur sínar herstøðir í Miðeystri, sigur nýggi ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei.
Í fyrstu almennu fráboðan síni, síðan hann yvirtók leiðsluna í Iran, ávaraði Mojtaba Khamenei um, at Iran fór at leypa á amerikonsku herstøðirnar, skrivar Ritzau.
Eisini segði nýggi iranski leiðarin, at Hormuz-sundið, sum í roynd og veru hevur verið stongt fyri skipaferðslu undir krígnum hjá USA og Ísrael móti Iran, verður verandi stongt fyri at leggja trýst á "fíggindan".
Khamenei sigur, at Iran fer at hevna álopini, har m.a. pápi hansara, Ali Khamenei varð dripin.
Iran hevur longu lopið á fleiri lond í Miðeystri, har USA hevur herstøðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald