USA noyðist at eiga Grønland, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, og USA fer at taka sær av tí uppá tann lætta ella tann harða mátan.
– Eg vil fegin gera eina avtalu, tað er tann lætti mátin. Um vit ikki kunnu gera tað uppá tann lætta mátan, so gera vit tað uppá tann harða, sigur amerikanski forsetin, sum leggur afturat, at honum dámar væl Danmark.
– Teir (danir, red.) hava verið sera fittir við meg. Eg eri stórur fjeppari. Men tann sannroynd, at teir høvdu ein bát har (í Grønlandi, red. fyri 500 árum síðani, merkir ikki, at teir eiga landið. Vit høvdu eisini nógvir bátar har.
Trump sigur, at tað er avgerandi fyri trygdina hjá USA at fáa ræði á Grønlandi fyri at tryggja, at Russland ella Kina ikki taka tað í framtíðini.
– Og vit vilja ikki hava Russland ella Kina til granna, sigur hann.
Tá amerikanski forsetin varð spurdur um pengar til Grønlands, svaraði hann, at hann tosar ikki um pengar í løtuni.
– Eg fari kanska at tosa um tað. Men beint nú fara vit at gera okkurt við Grønland, um teir dáma tað ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald