Uttanlands

– USA ynskir eitt sterkt Evropa

Vesturheimurin skal byggja segsjálvan uppaftur, og tað er tað samstarvið, sum amerikanski forsetin ynskir at fara undir við Evropa, sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

2026-02-14 12:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA og Evropa hoyra saman, sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio, sum luttekur á trygdarráðstevnuni í München í hesum døgum.

– Okkara lagnur fara altíð at hanga saman. Tí vit vita, at lagnan hjá Evropa ongantíð  verður týdningarleys fyri USA, sigur hann sambært Ritzau.

Í røðu sínari leggur Rubio afturat, at tað var Nato og samstarvið millum USA og Evropa, sum førdi til sigur í Kalda Krígnum og at Berlinmúrurin fall.

Men hesin sigurin hevði eisini við sær, at Vesturheimurin hevur hildið, at allar tjóðir fara at fylgja eina heimsskipan, sum byggir á reglur og rættvísan handil. Men so varð ikki, sigur Rubio.

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin heldur m.a., at Vesturheimurin var bláoygdur, tá hann lat upp fyri frían handil við eitt nú Kina, sum við hjálp av statsligum stuðli kappaðist móti vesturlendskum fyritøkum.

Samstundis lat Vesturheimurin upp fyri hóptilflyting, sum setur spurnartekin við vesturlendska mentan, og evropeisk lond minkaðu um herbúgving sína, tí tey hildu, at onnur lond fóru at fylgja altjóða reglur.

Men nú skal Vesturheimurin byggja segsjálvan uppaftur - tað er tað samstarvið millum USA og Evropa, sum amerikanski forsetin, Donald Trump ynskir at fara undir við Evropa, sigur Rubio.

Men USA er til reiðar at taka hesa leiðina einsamalt, um Evropa ikki vil vera við, leggur amerikanski uttanríkismálaráðharrin afturat.

Sambært Rubio riggar heimsskipanin ikki. Tí hon forðaði ikki fyri krígnum í Ukraina ella iransku kjarnorkuætlanini, sigur hann.

– Í einum fullkomnum heimi vórðu hesir spurningar loystir av diplomatum. Men vit liva ikki í einum fullkomnum heimi. Vit kunnu ikki fylgja reglur, sum einræðisharrar bróta í heilum.

Seinasta árið hevur amerikanski forsetin, Donald Trump m.a. tosað um at yvirtaka Grønland, og hevur hann eisini fleiri ferðir hótt við tolli á vørur úr m.a. Evropeiskum londum.

Trump hevur áður sagt, at han ikki kundi útiloka, at USA fór at brúka hermegi at yvirtaka Grønland, men í januar boðaði hann tó frá, at tað fór hann ikki at gera.

Rubio nevndi ikki Grønland í røðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder