Innanlands

– Útoyggjar eiga at fáa hægri raðfesting

Tað sigur Hanna Jensen, sum hevur spurt landsstýrismannin í lógarmálum, hvussu hann ætlar at raðfesta útoyggjamál í arbeiðinum hjá landsstýrinum

Hanna Jensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanna Jensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-02 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Útoyggjarnar eru sera týdningarmikil partur av ferðavinnuni í Føroyum og eiga m.a. tí at fáa hægri raðfesting.

Tað sigur Hanna Jensen úr Framsókn, sum hevur sett landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarni Karason Petersen fyrispurning um útoyggjamál.

Hanna Jensen vísir á, at Útoyggjafelagið hevur eftirlýst fleiri ítøkilig og alneyðug átøk, m.a. at skapa møguleika fyri búseting, og tryggja betri karmar fyri jarðarbrúki og væl skipaðari ferðavinnu.

– Tær (útoyggjar, red.) eru eins týdningarmiklar fyri Føroyar og føroyingar sum heild sum bústaður, sum landbúnaðar-og vinnuøki, sum landafrøði, náttúruppliving, mentanararvur, skúlaferðamál og meira.

Hanna Jensen vil hava at vita, hvørjar ábøtur landsstýrismaðurin heldur vera mest átrokandi  fyri kor og trivnað á útoyggj, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at raðfesta útoyggjamál í arbeiðinum hjá landsstýrinum, og nær nýtt álit um menningarætlan fyri útoyggjar verður gjørt.

Fyrispurningurin, ið skal svarast í seinasta lagi 12. august, kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder