![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tíðin er búgvin at endurskoða ásetingarnar í vápnalógini um, hvørji vápn skulu vera lóglig og hvørji vápn eiga at vera bannað.
Tað gjørdi løgmaður greitt undir orðaskiftinum um vápnalógina í Løgtinginum í gjár.
- Fleiri vápn, sum í dag eru loyvd, kunnu elva til stóran skaða. Tí er neyðugt at hyggja nærri at, um vit eiga at bannað fleiri teirra, heldur Bárður á Steig Nielsen, sum umframt at røkja løgmansembætið, eisini hevur ábyrgd av lógarmálum í landsstýrinum.
Sostatt tekur løgmaður millum annað undir við Politistafelagnum, sum hevur víst á, at tørvur er á at dagføra vápnalógina.
Vápnalógin er frá 1969 og ásetingarnar um, hvørji vápn eru lóglig og hvørji eru bannað, eru ikki broyttar síðani.
Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum í gjár, varð málið beint í rættarnevndina til víðari viðgerð.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald