Innanlands

- Var ikki heilt tað eg ætlaði

Tað sigur Barbara Gaardlykke Apol, sum í løtuni røkir fólkatingssessin fyri Javnaðarflokkin undir heilt serligum umstøðum

Barbara Gaardlykke Apol, saman við Ingilín Didriksen Strøm, eftir sera góða úrslitið á Fólkatingsvalinum í fjør. Barbara fekk í gjár svar frá løgmálaráðharranum uppá fyrispurning um isolatión í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Barbara Gaardlykke Apol, saman við Ingilín Didriksen Strøm, eftir sera góða úrslitið á Fólkatingsvalinum í fjør. Barbara fekk í gjár svar frá løgmálaráðharranum uppá fyrispurning um isolatión í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-27 08:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon er í løtuni virkandi fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, og á Facebook-síðuni hjá Sosialistisk Ung greiðir Barbara Gaardlykke Apol frá, hvussu tað er, nú koronavirusið í stóran mun ávirkar arbeiði:  

- Hetta var ikki heilt tað, eg ætlaði mær, men tað fái eg ikki gjørt so nógv við. Vit høvdu upprunaliga ætlað okkurt heilt annað, men orsakað av korona-virussinum bleiv tað av ongum. Eg havi kortini roynt at fáa sum best burturúr.

Í seinastu viku fór 24-ára gamla Barbara Gaardlykke Apol, sum fekk 392 atkvøður á Fólkatingsvalinum í juni 2019 og sum harvið gjørdist varalimur hjá Sjúrða Skaale, fyri fyrstu ferð á Fólkating. Tað var tó heimanífrá.

Les meira:  Fer á ting - heimanifra

Sosialistisk Ung skrivar, at í verandi støðu eru allir vanligir tingfundir og nevndarfundir avlýstir, umframt at ætlaða floksleiðaraumfarið, sum Barbara skuldi luttaka í, eisini varð avlýst.

Støðan ið nógv eru komin í við sóttarhaldi, hevur tó givið Barbaru íblástur

- Meðan vit eru fleiri, sum hava sitið í sóttarhaldi, havi eg hugsað um tey, ið sita í isolatión í varðhaldinum. Amnesty hevur víst á, at isolatión verður í størri mun brúkt í Føroyum enn í Danmark. Eftirsum hetta er danskt málsøki, helt eg tað vera upplagt, at taka hetta upp við danska løgmálaráðharran.

Í dag kom svar frá løgmálaráðharranum, Nick Hækkerup, uppá skrivliga fyrispurningin hjá Barbaru Gaardlykke Apol - eitt svar sum Barbara er sera nøgd við.

- Hann ásannar millum annað, at tølini í Føroyum eru ov høg, og at hann fer at taka stig til at gera átøk fyri at minka um tølini. Eisini fer hann at arbeiða við at almannakunngera hagtøl fyri varðhaldið og fongslið í Føroyum, soleiðis at sivilsamfelagið kann vera við til at hava eftirlit við myndugleikunum.

Sí eisini: Fara at almannakunngera tøl um isolatión

Sosialistisk Ung skrivar til seinast soleiðis: 

- Vit í Sosialistisk Ung eru sera fegin um at hava fingið eitt umboð í Fólkatingið. Harafturat eru vit sera errin av, at bæði okkara valevni til valini í fjør eru komin innum tinggáttina – Ingilín Strøm í løgtinginum og nú eisini Barbara í fólkatinginum. Tíðin er av álvara komin, at ung sleppa framat at seta sín dám á føroyskan politikk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder