Innanlands

- Verandi lóg er ein óvirðilig leivd og ein villiniborg

Fosturtøkulógin hóskar als ikki til tíðina, og høvuðsábyrgdin skal flytast frá læknunum til kvinnuna, staðfestir Ingilín Didriksen Strøm. Ein av uppskotstillarunum setti hol á eina fyrstu viðgerð, sum helst fer at vara nakrar tímar

- Sum nú er, skulu kvinnur gjøgnum eina veruliga villiniborg, og eisni skomm og stríð, fyri at fáa eina abort, vísir Ingilin Didriksen Strøm á (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Sum nú er, skulu kvinnur gjøgnum eina veruliga villiniborg, og eisni skomm og stríð, fyri at fáa eina abort, vísir Ingilin Didriksen Strøm á (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-30 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit skylda Føroya fólki at taka málið í álvara og endurskoða lóggávuna, sum als ikki hoyrir til tíðina.

Ingilín Didriksen Strøm var tann fyrsta at taka orðið, tá fyrsta viðgerð í fosturtøkumálinum fyri lítlari løtu síðani byrjaði - hetta fyri aðru ferð uppá eitt og eitt hálvt ár.

Javnaðarkvinnan er ein av fýra uppskotstillarum - Eyðdis Hartmann Niclasen, Hervør Pálsdóttir og Karlot Hergeirsson eru afturat henni. Ingilín Didriksen Strøm vísti á, at rætturin at avgerða skal liggja fult og heilt hjá kvinnuni og ikki sum nú: Hjá læknanum.

- Hetta er ikki rætt. Kvinnan skal sjálv hava møguleikan at taka avgerð um hetta. 

Í røðu sínari segði Ingilín Didriksen Strøm eisini, at lógin frá 1956 er ein "leivd" og "óvriðilig".

- Sum nú er, skulu kvinnur gjøgnum eina veruliga villiniborg, og eisni skomm og stríð, fyri at fáa eina abort.

Uppskotsstillarin ynskir eisini, at ta "stigma" í hesum førinum hvørvir.

Í viðmerking segði Steffan Klein Poulsen, at hann er samdur í, at onkur dagføring er neyðug, men Miðflokkamaðurin er als ikki samdur í, at tað skal gerast á hendan hátt: Barnið er gloymt, og verandi lóggáva er munandi betri enn hetta uppskotið, heldur hann. 

Til ber at fylgja við málinum her - Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum hevur í løtuni orðið.

Sí eisini: Myndir: Áðrenn fosturtøkumálið kemur fyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder