
Stendur tað upp til leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum, so verður ein verkfalstilbúgving í nýggja sáttmálnum millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið. Men hetta er tó ikki at taka verkfalsrættin frá fakbólkinum, sigur Sjúkrahúsverkið í einum tíðindaskrivi í dag.
Greitt verður frá, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru størsti fakbólkur í Sjúkrahúsverkinum, og at tey sum arbeiða á teimum trimum sjúkrahúsunum eru tilvitaði um tað megnar arbeiðið hesin fakbólkur fremur í gerandisdegnum.
Sjúkrahúsverkið biður dagliga um undantøk frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar til akuttar uppgávur. Loyvdu undantøkini eru ofta bert galdandi fyri styttri tíðarskeið, so sum 1-2 dagar.
- Tað inniber, at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum ikki altíð hevur vissu fyri, at neyðug starvsfólk eru til arbeiðis í morgin ella næstu dagarnar, at fremja alneyðugu uppgávurnar á sjúkrahúsunum, sigur Sjúkrahúsverkið.
- Seinastu tvær vikurnar hava enn einaferð prógvað, hvussu týðandi sjúkrarøktarfrøðingar eru fyri okkara sjúkrahúsverk. Tí er eisini neyðugt, at fáa eina verkfalstilbúgving í sáttmálan, sum ásetur eitt minsta mark fyri tøkari arbeiðsorku.
- Endamálið við eini verkfalstilbúgving er at tryggja, at Sjúkrahúsverkið tekur hond um akuttar uppgávur. Í grannalondum finnast tílíkar avtalur, samstundis sum verkfalsrætturin verður virdur. Hetta er tí ikki at taka verkfalsrættin frá fakbólkum, men ein trygd fyri, at eitt minstamark altíð er fyri arbeiðsorku á sjúkrahúsunum, soleiðis at til ber at lyfta alneyðugar uppgávur, heldur Sjúkrahúsverkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald