
Fólkini trokaðust í lítlu matstovuni undir Hotel 62 N seinnapartin fyri at ynskja stjørnukokkinum Poul Andriasi Ziska og hansara fólkum tillukku við teimum báðum stjørnunum, sum hann fekk frá Michelin mánakvøldið.
Maðurin sjálvur handan matstovuna PAZ var tó skjótur at gera vart við, at hóast hansara navn stóð undir stjørnunum, so er tað ikki einans hann, sum eigur heiðurin, men øll fólkini rundan um hann, sum eru við at fáa alt at rigga, og ikki minst teimum, sum hann hevur møtt á leiðini fram til hetta, at hava egna matstovu við tveimum Michelin-stjørnum.
Ongir 2 stjørnaðar munnbitar
PAZ hevði bjóða týðandi fólkum til móttøku á matstovuni í gjár til ein munnbita og eitt glas av góðum víni fyri at hátíðarhalda stjørnurnar.
Men Poul Andrias er ikki bara lítillátin – hann er eisini ærligur. So hann byrjaði røðu sína við at takka Hilton fyri at vera komin við munnbitum og Omaná fyri at koma við køkum til allar gestirnar á móttøkuni.
Tí Poul Andrias hevði longu um kvøldið fulla matstovu, og gestirnir hava fyrstu raðfesting, so har vóru ikki stundir til at gera tvey-stjørnaðar munnbitar til móttøkugestirnar.
Gevið dreymunum ans
Í røðu síni kom Poul Andrias inn á hetta at hava dreymar, og at geva sínum dreymum ans.
Sum 14 ára gamal vildi hann heldur sleppa at arbeiða á pizzaria enn at ganga í skúla. Tá kveiktist áhugin fyri matgerð, og kanska var dreymurin um at hava egna klassa matstovu longu tá.
Hann fekk lærupláss sum kokkanæmingur, fyrst hjá Leif Sørensen á Gourmet og teir fluttu seinni niðan á Hotel Føroyar.
Geranium og Koks
Útlærdur á hotellinum fór Poul Andrias uttanlands at royna at liva onkrar av dreymum sínum. Hann arbeiddi sum óløntur kokkur, niðjast á tignarstiganum, á mætu matstovuni Geranium í nakrar mánaðir. Og har fekk hann snoddað eitt sindur til hetta við heilt fínum matkynstri saman við kokkum, ið luttaka í heimsmeistarakappingini, Bocuse d’Or, og hetta legði helst løg aftur at dreymunum hjá unga havnardronginum.
Síðan fekk hann møguleika fyri at vera við til at menna Koks til tað, sum Koks gjørdist til, fyrst við einari stjørnu, síðan við tveimum og so við flytingini til Grønlands, har alt skuldi byggjast upp aftur frá botni.
Stjørnudreymar
Og tá tað ævintýrið var av, stóðst møguleikin at fara aftur til upprunadreymin – at hava egna matstovu, og tað er tann dreymin hann nú livir beint í við matstovuni PAZ í Dr. Jacobssens gøtu í Havn.
- Eg hevði ikki droymt um at tað skuldi ganga so skjótt, viðgekk Poul Andrias, sum greiddi frá, at tað ikki var av tilvild, at hann lat matstovuna upp 9. apríl.
- Eg visti, at so hevði eg ein møguleika fyri kanska at fáa eitt viðmæli í Micheline guidini hesaferð. Og kanska ein møguleiki fyri at fáa eina stjørnu.
Og dreymurin um stjørnuna fekk veingir, tá hann fyri nøkrum vikum síðan fekk innbjóðing um at vera til staðar til Micheline-tiltaki, ið varð hildið í Odsherred í Norðursælandi í hesi vikuni.
- Eg var ikki nevndur til tær fyrstu smærri útnevningarnar, og var heldur ikki millum teirra, ið fingu eina stjørnu, tá eg so varð róptur fram at fáa tvær stjørnur, var tað fyrsta eg hugsaði: What! Síðan: Fokk. Tí hvussu skal eg kunna liva upp til væntanirnar til tvær stjørnur?
- Starvsfólkini, sum eg havi afturat mær passa at sita í einari hornasovu. Aðrar matstovur við tveimum stjørnum hava kanska 70 starvsfólk at taka sær av gestunum.
Sirið Stenberg heldur røðu. Aftan fyri menninir handan PAZ, Poul Andrias Ziska og Leivur Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm)
Verðinsmaður mitt í Havn
Dreymurin hjá Poul Andriasi er nú vorðin veruleiki. Nú er avbjóðingin at liva upp til væntanirnar. Tað, sum ungi kokkurin sigur seg hava lært er, at ein skal vera varugur við teir dreymar, ein hevur, eisini sum ungur. Men hann viðgongur eisini at hann hevur verið heppin, tí nógv hevur eydnast á leiðini. Hann hevur eisini verið heppin at koma fólk rundan um hann hava skumpa hann fram, og so hevur hann eisini verið heppin at hava fingið góð fólk rundan um seg, sum hava stuðlað honum.
Á móttøkuni segði Sirið Stenberg, varaløgkvinna, eisini nøkur orð. Hon kallaði tað fyri eitt ómetaligt bragd, sum Poul Andrias Ziska og PAZ hava framt.
- Men við dugnaskapi, dreymum, visjónum og kanska eisini eitt sindur av hepni, so ber tað til at náa stjørnunum – eisini í Føroyum. Tú ert ein verðinsmaður mitt í Havn – størri verður tað neyvan, segði Sirið Stenberg millum annað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald