Innanlands

- Viðmerkingarnar frá fjølmiðlakærunevndini vórðu ikki tiknar til eftirtektar

Vantandi kelduávísingar vóru um einstakar pástandir í sendingini "Skattamálið hjá Eik", sigur eftirmetingarbólkur

Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum

Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum

2018-07-05 09:32 Author image
Oda Strøm
placeholder

Norðlýsið hevur biðið um alment innlit í eftirmetingina av fakliga arbeiðnum í sendingunum um "Skattamálið hjá Eik". Niðurstøðan hjá eftirmetingarbólkinum var, at viðmerkingarnar frá fjølmiðlakærunevndini um fyrru sendingina vóru ikki í nóg stóran mun tiknar til eftirtektar í seinnu sendingini um "Skattamálið hjá Eik".

Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, svarar Norðlýsinum í telduposti, at eftirmetingarbólkurin (Beinta Løwe og Brynhild Thomsen) í tríggjar arbeiðsdagar gjøgnumhugdu og eftirmettu alla seinnu sendingina við støði í niðurstøðuni hjá fjømiðlakærunevndini til fyrru sendingina um Skattamálið, tí nevndin hevði nakrar viðmerkingar til sendingina.

Eftimetingarbólkurin skuldi meta um, um KvF í seinnu sendingini hevði tikið viðmerkingarnar hjá fjølmiðlakærunevndini til eftirtektar.

Fjølmiðlanevndin skrivaði tá um fyrru sendingina: Nevndin viðmerkir tó, at KvF átti at vanda sær eitt sindur betri um orðavalið, tí KvF í einstøkum førum í sendingini rekur framundir, at EIK við snildum hevur fingið TAKS at játta teimum ein frádrátt. Miðlarnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til rættin hjá EIK til frádráttin, ella um EIK tilvitað hevur tikið frádráttin av órøttum, áðrenn hetta veruliga er staðfest, men grundarlag er hjá miðlunum at seta spurnartekn við hetta.

Eftirmetingarbólkurin legði fram fyri Aktueltdeildini á Kringvarpinum 20. februar 2018 og vísti á, at vantandi kelduávísingar vóru fyri einstøkum pástandum.

- Yvirskipaða niðurstøðan í eftirmetingini var, at viðmerkingarnar hjá fjølmiðlakærunevndini ikki í nóg stóran mun vórðu tiknar til eftirtektar í seinnu sendingini, sigur Heini Gaard við Norðlýsið. 
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder