- Vit eru púrasta forfard.
Soleðis sigur Felagið Føroysk Filmsfólk í skrivi, nú meirilutin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum ætlar at skera 400.000 krónur burturav játtanini til filmsstuðul, sum framanundan er 2,7 mió. krónur.
- Hetta er eitt bakkast við lít, og forðar allari framgongd, sigur felagið, sum vísur á, at stórar filmsverkætlanir eru í vanda fyri at steðga upp, og at nýggjar verkætlanir kunnu fara fyri skeyti, um hetta gerst veruleiki.
Og tað er ikki bara filmsvinnan, sum verður ávirkað av hesum.
- Hetta ávirkar eisini aðrar vinnur, tí brúk er fyri hópin av fólki út óteljandi fakbólkum til at gera eitt filmsverk.
Føroyska filmsvinnan er ung, og krevur hon tryggar karmar at arbeiða undir, sigur Felagið Føroysk Filmsfólk.
- Við eini óvissu ár undan ári um játtanarkarmar ber illa til at tosa um eina filmsvinnu í Føroyum. Samstundis er hetta ein boðskapur til ungfólk um, at halda seg burtur frá hesi kreativi vinnu. Tí er alneyðugt er at halda fast um verandi kós, og hækka játtanina so líðandi við teim 500.000 kr, ið skotið varð upp.
Felagið heitir tí á fíggjarnevndina um at endurskoða avgerðina og síggja álvarsligu avleiðingarnar av niðurskurðinum, og verður heitt á løgtingið um at taka undir við uppskotinum um at hækka játtanina í staðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald