- Tað svárasta menniskjan møtir á lívsleiðini er at missa ein av sínum kæru við lívlát. Umráðandi er, at kirkjan er hjástødd í nærveru, hjálp og umsorgan. Hóast smittuvandin lúrir í føroyska samfelagnum, royna vit eyðvitað at taka okkum væl av livandi og deyðum.
Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari.
Seinnapartin í gjár varð kunngjørt, at í tráð við nýggjastu tilmælini hevur Fólkakirkjan valt at binda um heilan fingur við at avlýsa allar guðstænastur í landinum, tað ið eftir er av mars.
Les eisini: Fólkakirkjan avlýsir guðstænasturnar - ivasamt við jarðarferðum og fermingum
Spurningurin var so, hvat fór at henda við "kirkjuligu tænastunum". Serliga var ivasamt við jarðarferðum. Jógvan Friðriksson, bispur, segði við Kringvarpið í gjár, at tað er ikki ein føroysk jarðarferð, um vit skulu avmarkað tað til 100 fólk.
Fólkakirkjan tók støðu til málið í gjár, og sendi í gjárkvøldið prestunum boð um, hvussu farast skal fram.
Uni Næs er dómprestur, og sigur at talan er eina ógvuliga trupla støðu (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Tilmælið frá landsins myndugleikum, ið ásetir, at tað ikki skulu vera fleiri enn 100 fólk á sama staði, er eisini galdandi til jarðarferðir:
- Vit verða noydd at halda okkum til almennu tilráðingar, og so skulu vit finna lokalar loysnir. Tað er ógvuliga trupult og ein tung avgerð, men vit hava mælt prestunum til at fylgja tilmælinum, ið er álagt av landsins myndugleikum.
Hetta sigur Uni Næs, dómpróstur, við Portalin. Tað eru nøkur praktiskt viðurskifti viðvíkjandi jarðarferðum, ið nú verða broytt:
- Vit taka ikki í hondina á teimum avvarðandi. Vit leggja ikki hond á kistuna. Vit nýta prentaði ørk og ikki sálmabøkur.
Júst hesi fyrstu eru vanligir siður, ið verða framdir fyri at vísa virðing fyri persóninum, ið hevur latið lív og teimum avvarðandi. Uni Næs sigur soleiðis um praktisku avbjóðingarnar viðvíkjandi loyvda talinum av fólki:
- Tað skal vera ein frástøða millum fólkini í kirkjuni. Hetta skal verða yvirhildið, og tað at vit ikki samlast meira. Fólk vita nú, hvat tilmæli er. Prestarnir hava fingið nærri boð í mun til, hvussu tað kann útførast, men tað verður tikið sak til sak.
Uni Næs greiðir soleiðis frá trimum øðrum vanligum hendingum í einari kirkju, ið eisini eru ávirkaði av tilmælinum móti coronasmittu:
Fermingar: - Fleiri fermingar vóru á skrá 5. apríl, men prestarnir hava fingið boð um, at tað er ikki ráðiligt at hava fermingar í vár. Fleiri eru fluttar til í heyst.
Brúðarvígsla: - Tilráðingarnar viðvíkjandi talinum 100 eru eisini galdandi her. Tað eru fleiri, ið skulu giftast í næstum, ið hava valt at útsett sína vígslu.
Dópur: - Bert tey allarnærmastu og faddrar skulu verða við til tað
Støðan er serlig, men Fólkakirkjan slær fast at hon ynskir at vera har í hjástødd í nærleika og kærleika, og at samskifti viðvíkjandi andlátum verður sum vanligt.
- Vit eru takksom fyri, at fólkið sær álvaran í støðuni og tekur neyðug atlit. Prestarnir og kirkjunnar tænarar taka tænastuna í størsta álvara við virðing fyri okkara borgarum, hóast onkur metir, at nærleikin er nakað í frástøðu. Júst hetta er okkum álagt av landsins myndugleikum, og tað er skilagott.
Les meira um útmeldingina hjá Fólkakirkjuni viðvíkjandi jarðarferðum í coronatíðum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald