Uttanlands

– Vit vilja ikki taka landið hjá nøkrum

– Vit hava altíð verið ein fyrikomandi tjóð, sigur nýggja amerikanska sendifólkið til Grønland

Jeff Landry, guvernørur í Louisiana og serligt sendifólk til Grønlands, og amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Jeff Landry, guvernørur í Louisiana og serligt sendifólk til Grønlands, og amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-12-25 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA ætlar sær ikki at royna at hertaka ella yvirtaka landið hjá nøkrum.

Tað sigur Jeff Landry, sum er nýútnevnda serliga sendifólkið hjá USA til Grønlands í samrøðu við Fox News, sum Ritzau endurgevur.

– Vit hava altíð verið ein fyrikomandi tjóð. Vit fara ikki inn og royna at hertaka nakran ella yvirtaka landið hjá nøkrum. Vit umboða frælsi og búskaparligan styrki. Vit umboða verju, sigur Landry.

Tá hann varð spurdur um, hvør boðskapur hansara var til danir, svaraði hann, at hetta eigur at verða umrøtt við grønlendingar.

– Eg haldi, at vit eiga at umrøða hetta saman við teimum, sum búgva í Grønlandi - grønlendingar.

– Hvørjum sóknast teir eftir? Hvørjar møgulekar hava teir ikki fingið? Hví hava teir ikki fingi ta verju, sum teir veruliga hava uppiborið?

Síðan 2019 hevur amerikanski forsetin, Donald Trump fleiri ferðir tosað um at yvirtaka Grønland, og náttina til mánadagin, boðaði hann frá, at hann hevði útnevnt Landry til serligt sendifólk til Grønland. Eftir hetta segði Landry í fráboðan á sosiala miðlinum X, at hann vil gera Grønland til ein part av USA.

Les eisini: Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen endurtaka: – USA skal ikki yvirtaka Grønland

Les eisini: Trump: - Vit hava tørv á Grønlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder