Síðan 27. juni hevur verið krav, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri korona, tá tey koma til landið. Hetta hevur tó ikki verið galdandi fyri børn undir 12 ár.
Hetta er partvíst tí, at vitan aðrastaðni frá sigur, at tað er lítið sannlíkt, at børn bera smittuna, sigur Pál Weihe, læknafakligur ábyrgdarpersónur í sambandi við koronakanningarnar.
Høvuðsorsøkin er tó, at mann ikki ynskir at ræða børnini. Tað kann vera stressandi hjá børnum at skula standa í einari bíðirøð til eina kanning, har tey skulu potast í hálsin, og tí sleppa tey undan, sigur Pál Weihe við Kringvarpið.
Tó kunnu børn lata seg kanna, um tey ynskja tað.
Hoyr innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald