Klokkan 17.39 í gjár fekk løgreglustøðin fráboðan um ógvusligan royk við Norðara Ringvegi í Havn, nærhendis Norðurlandahúsið.
Løgreglan varð send á staðið, men kundi skjótt staðfesta, at talan ikki var um eldsbruna, hvørki í húsum ella bili.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hinvegin var talan um fjepparar hjá felagnum 07 Vestur, sum í felag vóru komin til Havnar at stuðla felagi sínum, sum skuldi spæla hálvfinalu í Gundadali móti HB í steypakappingini klokkan 18 í gjárkvøldið. Umframt at vera málað og ílatin í felagsins litum, so høvdu fjeppararnir eisini ríkiligt av neyðblussum, ið geva nógvan royk, við sær.
Dyggi stuðulin frá vágafjepparum var tó ikki nóg mikið at koma víðari í kappingini. HB vann 2-1 og spældi seg í finaluna um Løgmanssteypið.
Sí eisini: Myndir: 07 Vestur innrás í Gundadali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald