Í morgin, leygardagin klokkan 16, í sambandi við Altjóða Arbeiðaradagin, verður 1. mai-hald á Reyða torginum í Vestmanna. Tað eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, og Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum skipa fyri.
Á skránni verða røður frá Georg F. Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelags, og Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya. Eisini fer Vestmanna Hornorkestur at spæla Internationala og Tjóðsangin.
Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Eftir fundin bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald