Innanlands

10 kvinnur á tingi – enn sum áður

Tríggjar av teimum nývaldar

Ingilín D. Strøm gjørdist kvinnan, ið fekk flest persónligar atkvøður, 787 tilsamans (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ingilín D. Strøm gjørdist kvinnan, ið fekk flest persónligar atkvøður, 787 tilsamans (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-09 00:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

10 kvinnur eru valdar inn í nývalda løgtingið. Tað er sama tal, sum hevur sitið á tingið seinasta valskeið.

So hóast kvinnuliga umboðanin var størri á vallistunum hesaferð, so broytti tað ikki upp á talið av fólkavaldum. Og tó – á valkvøldinum seinast vórðu níggju kvinnur valdar inn, men tá Poul Michelsen segði tingsessin frá sær, gjørdist Ruth Vang fastur limur á løgtingi.

Kvinnurnar, sum eru í nýggja tinginum, eru Elsebeth M. Gunnleygsdóttir fyri Fólkaflokkin, Eyðdis Hartmann Niclasen (nývald) fyri Sambandsflokkin, Ingilín D. Strøm, Eyðgunn Samuelsen og Margit Stórá (nývald) fyri Javnaðarflokkin, Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Annika Olsen (nývald) fyri Tjóðveldi og Ruth Vang fyri Framsókn.

Tær kvinnurnar, ið ikki fingu afturval eru sambandskvinnurnar Edva Jacobsen og Rósa Samuelsen og so Beinta Løwe fyri Tjóðveldi, sum ikki stillaði upp aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder