Innanlands

100 bilar kannaðir í Klaksvík

Hjá teimum flestu var alt í lagi, men onkur varð skrivaður fyri at brúka fartelefon undir koyring, fyri ikki at sita í trygdarbelti, og tveir koyrdu ávirkaðir, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-06 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár millum klokkan 7.20 og 11.45 hevði løgreglan eitt málrættað átak í Klaksvík, har eini 100 bilar vórðu kannaðir, og tá vórðu fýra mál skrivað.

Í tveimum førum var onkur, sum ikki brúkti trygdarbelti, ein brúkti fartelefon undir koyring, og ein koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. Viðkomandi varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og síðani varð hann leyslatin aftur.

Seinnapartin frá klokkan 15 til 15.45 var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Klaksvík, men eingin varð skrivaður fyri at koyra ov skjótt. Tó varð ein bilførari skrivaður fyri at brúka handhildna fartelefon undir koyring, og ein annar varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Hann varð handtikin, og blóðroynd varð tikin av honum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder