2020-09-30 13:02
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevði fyrrapartin framløgu í Kongshøll á Vestarubryggju í Havn av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021.
Ein íløga sum fíggjarmálaráðharrin hevur við í uppskotinum eru Tunlarnir norður um Fjal. Í 2021 verða eftir ætlan vera 100 milliónir krónur játtaðar.
Talan er um nýggjan tunnil millum Ánirnar og Árnafjørð á leið har, sum verandi tunnil er, og nýggjan tunnil millum Árnafjørð og Norðtoftir. Eisini á leið har, sum verandi tunnil er, stendur í fíggjarlógaruppskotinum.
Landsverk ætlar at bjóða arbeiðið út seinni í ár og byrja arbeiðið seint í ár.
Verkætlanin kostar umleið 500 mió krónur, og verður mett at vera liðug í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald