2020-08-09 21:27
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Leysliga mett vórðu 1000 fólk og lótu seg kanna fyri koronu á Eirargarði í dag. Tað siga tey á Landssjúkrahúsinum í kvøld.
Kanningarmiðstøðin lat upp klokkan 13, men longu um middagsleitið var bíðirøðin komin yvir móti Magn á Frælsinum. Tá klokkan nærkaðist hálvgum átta koyrdi seinasti bilurin ígjøgnum tjaldið.
Kanningarmiðstøðin hevur opið frá 17 til 19 mánadagin og aðrar vanligar gerandisdagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald