Innanlands

1.000 krónur í bót fyri at ganga í haganum

Tveir útlendingar, sum fríggjadagin vórðu meldaðir fyri at ganga í haganum í Kalsoynni uttan loyvi, eru teir fyrstu, sum fáa bót fyri brot á eina gamla lóg frá 1937

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2023-10-15 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir útlendingar, sum fríggjadagin vórðu meldaðir fyri at ganga í haganum í Kalsoynni uttan loyvi, hava nú fingið 1.000 krónur í bót í part, upplýsir løgreglan.

Tað var um middagsleitið fríggjadagin, at ein bóndi boðaði løgregluni frá, at hann ynskti at melda útlendingarnar, sum vóru farnir ein túr í hagan hjá honum uttan at gjalda fyri hetta.

Teir vórðu skuldsettir fyri brot á grein 41 í “Lov for Færøerne om Hegn og Markfred” frá 1937, og hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur fingið bót fyri brot á hesa greinina, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder