Á midnátt 15. apríl var freist at søkja inn til lestur á Setrinum eftir kvotu 2. Samanlagt 103 umsøkjarar hava valt henda møguleika, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuna.
Møguleikin at søkja inn eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum søkja inn til bachelorlestur. Tað er til teirra, sum antin ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, til teirra, ið hava útlendsk miðnámsprógv ella teirra, ið ikki hava miðnámsprógv.
Í ár verða samanlagt 12 bachelorútbúgvingar bodnar út. Fyri fyrstu ferð er møguligt at søkja inn at lesa løgfrøði á bachelorstigi, og vælumtókta bachelorútbúgvingin í búskaparfrøði varð ikki boðin út í fjør, men tann møguleikin er aftur í ár. Nakrar útbúgvingar á setrinum taka bert lesandi inn annaðhvørt ár, og í ár bjóðar Náttúruvísindadeildin aftur út bachelorútbúgvingar í orkuverkfrøði, orkuvísindi, og orkuvísindi og støddfrøði.
Á tølunum sæst, at útbúgvingarnar sjúkrarøktarfrøði, fólkaskúlalærari og námsfrøði eru best umtóktar. Í ár vóru 36 kvotu 2 umsóknir til sjúkrarøktarfrøði, í mun til 30 í fjør, 20 umsóknir til fólkaskúlalærara, í mun til 29 í fjør, og 29 kvotu 2 umsóknir til námsfrøði, í mun til 32 í fjør. 16 kvotu 2 umsóknir vóru til løgfrøðiútbúgvingina.
Í fjør var talið av kvotu 2 umsóknum 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald