Innanlands

10.500 skamtir av koppseting koma úr Rumenia

Teir skamtirnir, sum Danmark hevur keypt úr Rumenia, verða býttir eftir tí vanliga lutfallinum, skrivar kvf.fo. Tó er koppingarætlanin ikki dagførd enn, sigur sjúkrahúsverkið

2021-07-01 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danska stjórnin hevur í vikuni keypt 1,17 mió skamtar av koppingarevni fyri koronu. Allir eru av slagnum Pfizer/BioNTec og koma úr Rumenia. Hesir skemtir eru til yvurs orsakað av mótstøðu móti koppseting í Rumenia.

Harvið verður danska koppsetingarætlanin framskundað, so at øll tey vaksnu, ið ynskja tað, verða koppsett áðrenn 29. august. Tað merkir eisini, at børn í 12-15 aldrinum hava møguleikan av verða koppsett seinni í hesum mánaðinum. Tað skrivar tv2.dk

Les eisini:  
Barnalækni: Bert tey sum eru mest sjúk eiga at verða koppsett
Danmark letur óbrúktar skamtir til Afrika
Formaðurin fyri barnalæknar í Danmark vildi ynskt at bíða verður við koppsetingum


Koppingarætlanin ikki dagførd

Koppingarevni koma til Føroya úr Danmark, og tað koma skjótari fleiri til Føroya  orsakað av teimum mongu eyka skamtunum, ið danir nú fáa.

Sjúkrahúsverkið hevur eisini fingið vátta, at teir verða býttir eftir tí vanliga lutfallinum, og hetta merkir, at umleið 10.500 skamtar koma til Føroya.

Tað skrivar Kringvarpið.

Tað er tó ikki greitt enn, júst nær skamtirnir koma til Føroya, og føroyska koppsetingarætlanin er ikki dagførd enn. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder