Uttanlands

Barnalækni: Bert tey sum eru mest sjúk eiga at verða koppsett

Hóast koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech nú er góðkent til børn niður í 12 ár, mælir formaðurin í felagnum fyri danskar barnalæknar til at bíða, áðrenn mann bjóðar øllum í aldrinum 12 til 15 ár at verða koppsett fyri koronu

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-29 10:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at evropeiski heilivágsstovnurin, EMA hevði góðkent koronukoppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech til børn niður til 12 ár. Higartil hevur koppingarevnið annars bert verið góðkent til persónar 16 ár og eldri.

Hetta eru gleðilig tíðindi, heldur formaðurin í felagnum fyri danskar barnalæknar, Klaus Birkelund Johansen.

Les eisini: EMA góðkent Pfizer-koppingarevni niður til 12 ár

– Nú kunnu vit fara í holt við at koppseta tey børnini, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av koronu, sigur hann.

Talan kann vera um børn við álvarsomum lungasjúkum ella børn, ið hava gikt.

Í eitt nú Týsklandi ætlar mann at bjóða øllum børnum, ið eru fylt 12 ár, at verða koppsett fyri koronu, men barnalæknar í Danmark mæla til bert at koppseta tey, sum eru mest sjúk.

Grundgevingin er, at børn millum 12 og 15 ár ikki eru tey, sum smitta nógv, og tað kemur sjáldan fyri, at hesi gerast álvarsliga sjúk, um tey verða smittaði við koronu, og eisini er lítil vandi fyri seinfylgjum.

Samstundis hevur Danmark gott tamarhald á smittuni, og mæla barnalæknarnir til at bíða til í heyst, tá tað er greitt, hvussu nógv vaksin hava tikið ímóti koppingarevninum, og um har finnast nýggj frábrigdi, sum koppingarevnið ikki verjir ímóti, sigur Klaus Birkelund Johansen.

Áðrenn EMA góðkendi koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech til børn millum 12 og 15 ár, varð ein líknandi avgerð longu tikin í USA og Kanada. Har hava nógv børn longu fingið koppingarevnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder