Um ein persónur hevur andevni (antistoff) móti korona í kroppinum, so hevur viðkomandi allarhelst havt virusið. Um slíkt verður funnið í fólki, so ber til at verða meira vísur í, hvat myrkatalið er - also tey sum hava verið smittaði, men sum ikki eru vorðin kannaði og hava fingið staðfest smittuna.
Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu hevði boðið 1500 tilvildarliga valdum fólkum úr øllum Føroyum at luttaka í verkætlan, har hetta varð kannað. Heilsufrøðiliga Starvstovan skrivar, at skotbráið at lata eina blóðroynd var bara nakrar dagar, men omanfyri túsund luttakarar meldaðu seg.
Blóðroyndirnar hava verið goymdar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, tí bíðað hevur verið eftir analysutilfarið, sum skuldi brúkast til at kanna royndirnar. Tað kom úr Kina fríggjadagin, og nú hevur Heilsufrøðiliga Starvstovan gjørt klárt, so at kanningarnar av COVID-19 andevnum kunnu gerast.
Heilsufrøðiligu Starvsstovan upplýsir, at 1075 blóðroyndir eru tiknar. Maria Skaalum Petersen, granskari, stendur fyri verkætlanini. Úrslitini av hesari kanningini verða helst tøk mitt í næstu viku.
Á tíðindafundum um koronastøðuna hevur verið gjørt greitt, at myrkatalið í Føroyum helst er sera lágt. Ein kanning, sum varð tikin av landslæknanum Lars Fodgaard Møller í apríl, vísti, at hann hevði andevni móti korona í kroppinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald