Tá løgreglan kannaði ferðsluna í høvuðsstaðnum í gjár, endaðu tveir bilførarar við at fáa klipp í koyrikortið.
Báðir vórðu tiknir fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan teir koyrdu.
Seinnapartin varð ein triði bilførari eisini tikin í Havn. Hesin koyrdi við viðfestisvogni men hevði ikki ljósini tendrað.
Átak um gáloysni
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í løtuni eitt átak um gáloysni, har løgreglan kannar telefonnýtslu í ferðsluni. Átakið byrjaði 9. november.
Ráðið fyri ferðslutrygd upplýsir í hesum sambandi, at løgreglan tær fyrstu 10 mánaðirnar í ár hevur skrásett 152 mál um bilførarar, sum nýttu handhildna elektroniska útgerð, meðan teir koyrdu.
Les eisini: Føroyskir bilførarar leggja enn ikki fartelefonina frá sær
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald