- Meinar HiMR veruliga at forstjórin og stjórar fyri Sjúkrahúsverk Føroya bert skulu samstarva uppeftir til aðalráðið og ikki við starvsfólkini sum stjórin er settur at leiða?
Tað skriva 11 fakfeløg millum annað í skrivi, ið er sent landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg. Í skrivinum verður funnist at setanartilgongdini av nýggjum stjórum á sjúkrahúsverkinum. Víst verður á, at ongin starvsfólk ella álitisfólk eru umboðaði í setanarbólkinum. Hetta halda fakfeløgini vera sáttmálabrot og brot á almenna setanarpolitikkin.
Fakfeløgini halda eisini, at tilboðini, sum starvsfólkini hava fingið, eru ein háðan av starvsfólkunum:
At starvsfólk í HiMR halda at man kann tilsíðis seta almenna starvsfólkapolitikkin og sáttmálar við at senda starvsfólkaumboðum eitt skriv har tey eru:
“…sinnað at bjóða einum umboði fyri høvuðssamstarvsnevndina á fund í ráðnum, har
umboðið fær høvi til at gjøgnumganga tilmælini til stjórar og forstjóra saman við
aðalstjóranum.”
síggja fakfeløgini sum eina háðan av starvsfólkunum.
Skrivið er undirritað av hesum fakfeløgum:
Bioanalytikarafelagið Maskinmeistarafelagið
Ergoterapeutfelagið Starvsmannafelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Felagið Radiografar í Føroyum
Fysioterapeutfelag Føroya
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsurøktarafelagið
Ljósmøðrafelag Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald