
Grindaformaðurin hevur illgruna um, at talan er um umhvørvisfelagsskap, sum hevur tikið 11 mønustingarar, sum eru horvnir úr bátasmiðjuni í Bø.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar í morgun, at málið er meldað til løgregluna, og at tey nú eru farin undir at kanna málið.
Tað var Gutti Guttesen, grindaformaður í Bø, sum í gjár greiddi frá stuldrinum á Facebook.
Han skrivar soleiðis:
Hetta er tað sum vit grindaformenn í Bø hava upplivað tað sístu tíðina.
Aftan á drápið 5. juli bleiv ruddað, mønustingarar vaskaðir í ánni og onglar lagdir inn í bátasmiðjuna og síðan stongt.
Hurðin var stongd í 1 til 2 vikur. Nú henda dagin grind varð funnin í Miðvági fór ein formaður efter mønustingarunum, men har var ongin at finna allir 11 eru burtur og 2 kúluonglar kvettir úr endunum og burturbeindir.
So man stendur spyrjandi, verða vit forfylgd av Sea Shepard, tey vóru hvussu er væl mannað alla tíðina meðan vit fingust við grindina.
Eitt tori at standa inni fyri tað er ongin her á leið sum hevur gjørt seg sekan í hesum.
Hetta er kriminalitetur so tað stendur eftur.
Skulu vit framhaldandi verja okkara mentan og siðvenjur so haldi umhvørvisfelagskapirnar langt vekk.
Málið er meldað, so nú síggja vit um tað førir til naka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald