2020-09-22 11:07

11 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og flestu tilburðirnir hava samband við aðrar staðfestar tilburðir. Tey smittaðu eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina, sum er sera víðfevnd, skrivar corona.fo. Í gjár vórðu 3.581 kanningar gjørdar. Tilsamans eru 119.982 kanningar nú gjørdar.
Tilsamans hava nú 448 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 414 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald