Innanlands

11 staðfest frísk seinasta samdørgið

23 eru smittað í løtuni, og tvey eru innløgd

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-06 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært nýggjastu tølunum á corona.fo er eingin smitta staðfest í Føroyum seinasta samdøgrið.

Sostatt eru framvegis 475 smittutilburðir staðfestir í Føroyum.

Tó er talið á sonevndum aktivum tilburðum farið niður á 23, eftir at 11 eru staðfest frísk seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú 452 staðfest frísk eftir at hava verið smittaði við korona.

135.102 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, og 1.032 vórðu gjørdar í gjár. Allar eru greinaðar.

Síðan í gjár er ein persónur afturat eisini vorðin innlagdur á koronadeildini, og sostatt eru nú tveir persónar innlagdir.

122 eru í sóttarhaldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder