Innanlands

1125 tilburðir staðfestir í gjár

Talið á koronutilburðum hevur aftur sett met, og ein persónur afturat er deyður við koronu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-01 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu 1.125 nýggir koronutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Hesir tilburðirnir vórðu staðfestir í 3782 kanningum.

Í løtuni eru 4.971 fólk staðfest smittað við korona. Tvey eru innløgd við koronu, men tó er eingin innlagdur vegna koronu.

Boðað verður eisini frá, at 19 fólk nú eru deyð við koronu í Føroyum. Tað er ein fleiri enn í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder