Mentan

12 filmsverkætlanir fingið stuðul

12 verkætlanir hava fingið tilsamans 830.000 krónur – 18 umsóknir komu inn, sum søktu um tilsamans 3,1 millión krónur

Jón Hammer hevur fingið stuðul til tveir spælifilmar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jón Hammer hevur fingið stuðul til tveir spælifilmar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-12 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mentanargrunnur Landsins hevur í ársins triðja stuðulsumfari avgjørt at lata 12 filmsverkætlanum stuðul.

Stuðulsupphæddin, ið lutað verður út í hesum umfarinum, er 830.000 krónur

18 umsóknir komu inn um stuðul, og søkt varð tilsamans um 3,1 millión krónur. 

Grunnurin hevur sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um, hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.

Samlaða filmsjáttanin fyri 2025 eru 4,6 milliónir krónur. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.

Tær verkætlanirnar, sum fingu stuðul í hesum umfarinum eru:

  • Mammuskepilsið (stuttfilmur eftir Mariu Tórgarð) - 31.000 krónur
  • Hiðanífrá (stuttfilmur eftir Barbaru Lervig) - 35.000 krónur
  • Tað er ikki synd í mær (stuttfilmur eftir Eir í Ólavsstovu) - 50.000 krónur
  • $elfie 2.0 postproduktion (Sendirøð eftir Gorm Just) 50.000 krónur
  • Seinasta Paradís á Jørð (Spælifilmur eftir Sakaris Fríði Stórá) - 14.000 krónur
  • Bastardarnir - teir óynsktu (spælifilmur eftir Hjálmar Dam) - 50.000 krónur
  • Birk (Spælifilmur eftir Jón Hammer) - 200.000 krónur
  • 93 - Ekko fra et Kollaps (Heimildarfilmur eftir Rikke Tambo Andersen) - 150.000 krónur
  • F.O.: Eitt "Føroyingur, Joe" Brot (stuttfilmur eftir Bjørn Ulvedal Simonsen) - 50.000 krónur
  • Into the Heart / Eitt sindur um hvussu vit elska (spælifilmur eftir Jón Hammer) - 50.000 krónur
  • Syng: Sangurin í kroppinum (arbeiðsheiti) (heimildarfilmur eftir Gudmund Helmsdal) - 100.000 krónur
  • Havsins Handverk – Fiskur fyri Framtíðina (Heimildarfilmur eftir Jørgen Neshamar-Asmussen) - 50.000 krónur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder