![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Talið á koronasmittaðum føroyingum er nú komið upp á 98. Tað vil siga, at 291 persónar tilsamans nú hava fingið staðfest smittuna í Føroyum.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin frá Heilsumálaráðnum. Úrslitið byggir á í alt 45.849 kanningar.
5. august vórðu 1.817 kanningar gjørdar, og 38 fólk vórðu funnin smittað. Í gjár vórðu 3.280 kanningar gjørdar.
Allar royndirnar frá í gjør eru ikki greinaðar enn. Enn vanta 763 kanningar at greinast, sigur Heilsumálaráðið. Í teimum 2.517 kanningunum, sum eru greinaðar, eru 12 smittutilburðir staðfestir.
Lars Fodgaard Møller, lændslækni, segði annars fyri útvarpinum fyri løtu síðani, at talið av smittaðum í dag var 15.
Heilsumálaráðið heitir nú á øll, sum lótu seg kanna í gjár, um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk. Úrslitini verða dagførd skjótast gjørligt á corona.fo og á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, hmr.fo.
Ongin koronasjúklingur liggur á sjúkrahúsinum. Russiski skiparin, sum hevur ligið innlagdur hart raktur av korona, er nú frískur og útskrivaður.
Sostatt eru 98 persónar smittaðir í løtuni. Teirra millum eru teir 32 sjómenninir, sum eru farnir av landinum aftur.
Í alt hava nú 291 persónar fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og nú eru so 193 av hesum staðfest frísk aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald