Fólk hava verið væl fyrireikaði, og nógvi vindurin seinnapartin og út á kvøldið í gjár hevur ikki rakt so hart.
Í øllum førum hevur løgreglan onga fráboðan fingið um stormskaðar seinasta samdøgrið. Hetta váttar vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Løgreglan hevði tó nøkur ferðslumál niðurskirvaði í rapportini.
Týsmorgunin varð ein bilførari tikin í Suðurstreymoy, tí illgruni var um, at viðkomandi var ávirkaður. Hetta vístu tølini eisini - síðani er blóðroynd tikin, og mest sannlíkt skal bilførarin revsast.
Tveir aðrir bilførarar fáa revsing fyri at koyra ov skjótt á Kaldbaksvegnum.
Tann eini missir koyrikorið treytað, umframt at viðkomandi fær stóra bót. Hetta tí at hann var máldur til at koyra 122 kilometrar um tíman.
Ein annar bilførari koyrdi 106 km/t, tá løgreglan tók ferðina, og hetta kostar klipp og bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald