Uttanlands

129 migrantar funnir í lastbili í Meksiko

Í Meksiko stríðast tey í løtuni eisini við hitabylgju, og hevur hitin í fleiri statum verið uppi á 45 stig

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-06-18 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin funnu myndugleikarnir í Meksiko 129 migrantar í einum lastbili í statinum Veracruz.

Í Meksiko stríðast tey í løtuni eisini við hitabylgju – tann triðja í tveir mánaðir, og samstundis sum migrantarnir hava sitið samanstúgvaðir í lastini, hava fleiri statir, harímillum Veracruz, skrásett upp til 45 hitastig.

Hitabylgjan hevur kravt í minsta lagi átta mannalív.

Migrantarnir, sum vórðu funnir fríggjadagin, eru í høvsheitum vaksin úr Guatemala, Honduras, El Salvador og India. Eisini vóru 19 ómyndigir persónar uttan fylgjara.

Staturin tekur sær av teimum ómyndigu, meðan hini fáa kannað sína løgfrøðiliga støðu í Meksiko, skrivar Reuters. Fýra persónar, sum eru undir illgruna fyri menniskjasmugling, vórðu eisini handtiknir.

Migrantar, sum rýma undan harðskapi og fátækadømi í Latínamerika, leita sær ofta hjálp frá menniskjasmuglarum at sleppa gjøgnum Meksiko til USA.

Síðst í mai mánað funnu myndugleikarnir 175 migrantar í statinum Chiapas, og í mars vórðu 300 migrantar eisini steðgaðir á einari eftirlitsstøð í Veracruz.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder