
- Hjartans tøkk til øll, sum hava gingið við bússu í árligu Landsinnsavningini, og øll tit, ið hava latið eina gávu.
Av innsavnaða peninginum lata vit 750.000 krónur til hjálpararbeiði í Afganistan, har jarðskjálvti tann 31. august kravdi fleiri enn 1.100 mannalív og legði heilar bygdir í oyði. Túsundtals fólk eru løstað, heimleys og hava átrokandi tørv á hjálp. Reyði Krossur er á staðnum og veitir neyðhjálp – og við hesum stuðlinum frá Landsinnsavningini kunnu vit røkka enn longur.
Stuðulin fer serliga til at styrkja endurmenningardeplarnar hjá afganska Reyða Hálvmána, har tørvurin á hjálp hevur verið serliga stórur eftir jarðskjálvtarnar. Her fáa fólk sálarliga hjálp, læknaliga viðgerð og stuðul til at koma fyri seg aftur.
Restin av innsavnaða peninginum verður brúktur til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum, eitt nú:
Mat- og klædnahjálp til familjur, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka
Vitjanartænastuna, ið er við til at basa einsemi
Samarittarnar, ið økja um tryggleikan á tiltøkum
Integratiónsarbeiði, ið stuðlar tilflytarum og flóttafólki at fóta sær í Føroyum
Á redcross.fo/studla/landsinnsavningin sæst yvirlit yvir úrslitini frá øllum innsavningarbússunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald