Innanlands

13 nýklaktir sjúkrarøktarfrøðingar

Sjúkrarøktarfrøðingar sýndu fram gransking sína í Kongshøll í sambandi við endaligu royndirnar í sjúkrarøktarfrøði

(Mynd: sjukrarokt.fo)

(Mynd: sjukrarokt.fo)

2018-06-22 13:05 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað var ein hátíðarlig stund í rúmligu og ljósu Kongshøll fyrradagin, tá ið nýggir sjúkrarøktarfrøðingar sýndu fram gransking sína í sambandi við endaligu royndirnar í bachelor í sjúkrarøktarfrøði, skrivar heimasíðan sjukrarokt.fo.

Granskingarøkini vóru sera ymisk, sjúkrarøkt til palliativar krabbameinssjúklingar, markið millum lív og deyða, um hugburð til sjúkrarøkt til misbrúkarir, og sjúkrarøkt til psoriases sjúklingar.

Nógv fólk høvdu leitað sær oman í Kongshøll at ynskja nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum tillukku. Sjúkrarøktarfrøðingurin Lina Hanssen helt røðu fyri tey lesandi, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar handaði nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum eina rósu og limanál felagsins.

Fríggjadagin fáa nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingarnir prógvið handað í Norðurlandahúsinum.

 
 
 
 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder