Tað er 15 mánaðar síðani Sprotin og Bókhandlarafelagið skrivaði út skaldsøgukapping, og frestin at lata inn handrit er úti á midnátt í kvøld.
Kári Árting, formaður í Bókhandlarafelagnum, váttar fyri Kringvarpinum, at 13 skaldsøgur eru komnar inn higartil.
Í 2014 var eisini skipað fyri slíkari kapping, og tá komu bert sjey søgur inn.
At so nógvar skaldsøgur komu inn í ár, hevði hann ikki væntað, sigur Kári Árting við Kringvarpið. Og tað er væl møguligt, at onkrar koma afturat, áðrenn midnátt.
Vinnarin av skaldsøgukappingini fær 100.000 krónur umframt útgávusáttmála við Forlagið Sprotin.
Treytirnar eru, at handritið skal vera á føroyskum, og søgan skal vera í minsta lagi 150 síður á 2.000 eindir við millumrúmi.
Í dómsnevndini sita fimm fólk: Bergljót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Jonhard Mikkelsen, og Bergur D. Hansen.
Vinnarin av skaldsøgukappingini verður eftir ætlan kunngjørdur á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. november.
Seinast skipað varð fyri skaldsøgukapping var vinningurin 50.000 krónur umframt útgávusáttmáli, og tá vann Marjun Syderbø Kjælnes við skaldsøguni "Óendaliga vera".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald