Mentan

14 funkut løg frá Búa Tyril

”Tectonic Change” eitur nýggja útgávan

2018-10-16 09:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Búi Tyril hevur givið út fyrstu tónleikaútgávu sína undir navninum Tyril. 14 løg eru á ”Tectonic Change”, sum er útkomin á netinum.

Búi Tyril hevur sjálvur gjørt øll løgini, tó onkur eru innspæld og skrivað í samstarvi við tríggjar kendar føroyskar guitaristar, Hjalta Joensen, Jákup Zachariassen og Herluf Lützen. Burtursæð frá hesum spælir Tyril øll ljóðførini umframt at  syngja.

Í sambandi við útgávuna verður “release party” á Blábar í Havn fríggjadagin, har útgávan verður spæld og umtalað. Eisini sigur Tyril frá um arbeiðið aftanfyri og svarar spurningum frá áhugaðum.

Sjálvur tónleikurin er ein serlig blanding av rock, pop, funk og blues við ávirkan av ymiskum stílum og genrum, so sum jazz, gospel og worldbeat. Ljóðið er nýmótans men minnir samstundis eitt vet um 1970ini og 1980ini. Staðið fyri framleiðsluni hevur Tyril sjálvur, meðan Sefi Carmel á Soundtrack Creation í London hevur ljóðblandað.

“Tectonic Change” fæst frá iTunes, Apple Music, Spotify, Google Play, Amazon Music og aðrastaðni. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder