Í Svøríki hava trý fólk latið lív í ódnini Johannes, sum rakti Noreg, Svøríki og Finnland um vikuskiftið.
Ódnin hevur elvt til stóran skaða á m.a. trø og bygningar, og túsundatals húsarhald eru framvegis uttan streym í morgun, skrivar Ritzau.
Umfatandi ruddingararbeiðið er byrjað, og verður arbeitt við at fáa streymin aftur.
Í harðast raktu økjunum í Svøríki eru 40.000 húsarhald uttan streym. Í Finnlandi eru í løtuni 100.000 húsarhald, sum eru uttan streym. Tá støðan var ringast var talið uppi á 190.000.
Svenska elfelagið Ellevia sigur, at støðan er ógvuslig, og skulu summi húski ikki vænta at fáa streymin aftur fyrr enn mánadagin. Eitt annað orkufelag - Eon - sigur, at summi skulu rokna við at bíða til seinni í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald